SØGA
Í 1971 vórðu lunnar lagdir undir reiðaravirksemið hjá Christiani í Grótinum. Tað vóru Palli Rasmussen, Jákup Ziskason og Kristian Martin Rasmussen, sum løgdu til brots. Tað fyrsta skipið hjá reiðarínum var saltfiskalínuskipið M/S Borðoyanes, sum fiskaði á Flemish Cap. Í 1975 kom M/S Christian í Grótinum, sum varð bygdur á Skála Skipasmiðju.
Tann fyrsti M/S Christian í Grótinum var í flotanum fram til 1997. Hann var partur av fyrstu søguni hjá uppsjóvarvinnuni í Føroyum, sum bæði hevði góð og ring ár alt tað fyrsta skeiðið. Í 1980unum fekk uppsjóvarvinnan í Føroyum trupulleikar at dragast við, og neyðugt var at royna nýggjar leiðir. Hesi árini varð virksemið flutt úr Føroyum til Suðurafrika og M/S Christian í Grótinum sigldi úr Port Elisabeth.
Í 1992 gekk leiðin aftur til Føroya. Reiðaravirksemið varð umskipað og grundað á synirnar hjá Kristiani Martin Rasmussen, sum nú eisini vórðu partaeigarar í fyritøkuni. Eigaraviðurskiftini eru soleiðis, at teir fýra Kristian Martin Rasmussen, Jón Rasmussen, Eyðun Rasmussen og Bogi Rasmussen eiga 25% hvør í fyritøkuni.
Eftir nøkur ár við góðum svartkjaftafiskiskapi vaks álitið á eina bjarta framtíð í uppsjóvarvinnuni. Í samstarvi við brøðurnar Helge og Ole Rasmus Møgster varð sáttmáli skrivaður um ein nýggjan M/S Christian í Grótinum í 1997. Í 1998 kom nýggja flaggskipið í føroyska flotan, og hetta vísti seg seinni at verða byrjanin til eina nýggja tíð hjá felagnum og hjá føroysku uppsjóvarvinnuni.
Í 1999 keypti felagið P/F Hvalnes, sum átti og rak nótabátin M/S Norðborg. Samstundis varð nýggj virkisskrá løgd fyri felagið um at fara undir at virka og frysta fiskin umborð. Í 2000 varð skip keypt úr Noregi til endamálið. Næstu árini varð lynt undir virkisætlanini, sum felagið nú virkar eftir, sum er at virka mest møguligan part av kvotum felagsins til frystar góðskuvørur, sum kunnu verða seldar til viðskiftafólk kring allan heim.
Í 2009 kundu vit so taka ímót nýggju M/S Norðborg. Nýggja M/S Norðborg varð bygd á Asmar skipasmiðjuni í Kili. Samstundis sum nýggja skipið kom til føroyar, varð M/S Christian í Grótinum, sum 10 ár frammanundan kom úr Kili, seldur aftur til Kili. Við nýggja skipinum varð sjøtul settur á nýtt skeið við nýggjum virkismøguleikum.
Nýggja M/S Norðborg hevur eina fullkomiliga sjálvvirkandi verksmiðju, sum kann virka og frysta upp til 200 tons um samdøgrið og samstundis framleiða mjøl og fiskaolju úr øllum avskurði. Tað ger, at M/S Norðborg gagnnýtir hvørt kilo av fiski, sum fiskað verður.
Í sambandi við at kvoturnar øktust árini 2011 og 2012, var neyðugt at keypa skip til at fiska saman við M/S Norðborg. Skipið fekk navnið M/S Christian í Grótinum, men longu í 2013 varð skipið skift út við ein nýggjan M/S Christian í Grótinum, sum varð keyptur úr Noregi. Nýggja skipið er eisini verksmiðjuskip og kann virka og frysta upp til 120 tons um samdøgrið. Sammett við M/S Norðborg hevur hetta skip ikki verksmiðju til at framleiða mjøl og fiskaolju, og tí verður avskurðurin førdur til lands til virkingar.