Christian í Grótinum
  • HEIMA
  • FYRITØKA
    • SØGA
    • NEVNDIN
    • MYNDIR
    • BÚMERKI
    • FILMUR
    • PRIVATLÍVSPOLITIKKUR
  • SKIP
    • NORÐBORG
    • CHRISTIAN Í GRÓTINUM
  • VØRUR
  • SØLUDEILD
  • FRYSTIGOYMSLAN
  • SAMBAND

UMSÓKN UM FÍGGJARLIGAN STUÐUL

Christian í Grótinum setir á hvørjum ári eina avmarkaða upphædd av til fíggjarligan stuðul til ymist ikki vinnuligt virksemi. Umsóknir verða vanliga viðgjørdar 4 ferðir um árið.

Christian í Grótinum vil verða við til at stuðla virksemi og tiltøkum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu stimbra og menna børn og ung í Føroyum. Harumframt vil fyritøkan stuðla arbeiði, sum kann verða við til at lýsa okkara samtíðarsøgu og verja okkara mál.

Virksemið skal ikki vera av vinnuligum slagi, og eingin privatur skal kunna fáa ágóðan av avlopi frá virkseminum. Stuðul verður ikki latin skúlaflokkum ella til námsferðir.

Stuðulsmsóknirnar verða viðgjørdar eina ferð hvønn ársfjóring. Verður umsókn um stuðul felagnum í hendi minni enn ein mánað, áðrenn tiltakið verður, verður sæð burtur frá umsóknini.

Christian í Grótinum tilskilar sær rætt at velja frítt millum allar innkomnar umsóknir. Ein avmarkað upphædd verður sett av til endamálið, og tí er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar.

Allir umsøkjarar fáa skrivligt svar.


Sí umsóknarblað um fíggjarligan stuðul 

Picture
UMSÓKNARFREISTIR

1. MARS
1. JUNI
1. SEPTEMBER
1. DESEMBER
PRIVATLÍVSPOLITIKKUR
STUÐUL
UMSÓKNARBLAÐ TIL STUÐUL
Picture
Picture
NORÐHAVNIN 8
POSTSMOGA 329
FO-726 ÁNIRNAR
FØROYAR

TELEFON: +298 617000
FAX: +298 475610
E-MAIL: [email protected]
UPPLATINGARTÍÐIR:
MÁNADAG TIL FRÍGGJADAG
9.00-15.00